Innanlands

Vaksandi eftirspurningur eftir grundstykkjum og sethúsum í Tvøroyrar kommunu

Seinastu árini eru fá nýggj sethús bygd í Suðuroynni, men nú sær tað út til, at vend er komin í, umframt at áhugin at keypa sethús eisini er vaksandi

Mynd: Tvøroyrar kommuna

Mynd: Tvøroyrar kommuna

2020-09-03 14:05 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í løtuni verða trý nýggj sethús bygd samstundis í Trongisvági, og trý onnur eru ávegis.

Tað sigur Tvøroyrar kommuna, sum fegnast um, at eftirspurningurin eftir grundstykkjum og sethúsum í kommununi er vaksandi.

– Seinastu árini eru fá nýggj sethús bygd í Suðuroynni, men nú sær tað út til, at vend er komin í. Sambært fyritøkum, ið selja sethús verður upplýst, at áhugin er vaksandi fyri at keypa sethús í Tvøroyrar kommunu og sagt verður eisini, at søluprísurin er hækkandi á sethúsum sum heild, skrivar kommunan í tíðindaskrivi.

Áhugin fyri grundstykkjum er eisini vaksandi. Kommunan lat fyri nøkrum árum síðani 20 grundstykki útstykkja í Heiðatrøðini í Trongisvági, og nú eru bert fimm av teimum eftir á sølulistanum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder