placeholder
Innanlands

Vakthavandi: Løgreglan fer suður í dag at kanna orsøkina til eldin

Eldur kyknaði í sethúsum í Hovi í gjár

(Mynd: Jn.fo)

(Mynd: Jn.fo)

2018-07-17 07:55 Author image
Oda Strøm
placeholder

Seinnapartin í gjár kom eldur í eini hús í Hovi, og enn er ikki greitt, hví eldurin kyknaði í húsunum.

Eldurin var so mikið stórur, at húsini kolaðust upp. Tað gekk tó væl at sløkkja, og klokkan átta í gjárkvøldið var eldurin sløktur.

Vakthavandi á løgreglustøðini sigur, at í dag fara teknikarar hjá løgregluni suður at kanna húsini fyri at royna at finna orsøkina til eldin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder