
Innanfyri eitt ár verður løgtingsval útskrivað, og tí skipar Frihedsbrevet í vetur fyri politiskum pallborðsorðaskifti í Reinsarínum í Havn.
Umboð fyri allar politiskar flokkar luttaka, og evnini skifta fyri hvørt kvøld, Val á veg er á skrá, skrivar Frihedsbrevet í tíðindaskrivi.
– Hóskvøldið klokkan 20 fara tey at kjakast um fíggjarlógaruppskotið og uppskotið um fría abort. Men høvið verður eisini at seta spurningar.
– Við fólkunum frá Frihedsbrevet sum orðstýrarar er lagt upp til eitt lívligt og hvast kjak. Og við Reinsarínum sum karmi eru umstøðurnar avslappaðar og óformellar.
– Øll eru vælkomin til Val á veg í Reinsaríinum hóskvøldið 16. oktober. Pallborðsfundurin byrjar klokkan 20.00.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald