Hetta vikuskiftið er val í Russlandi, har 450 limir skulu veljast í Dumuna, sum er undirhúsið í russiska tjóðartinginum.
Hetta er fyrsta tjóðartingsval í Russlandi, síðan landið gjørdi innrás í Ukraina í februar 2022. Valskeiðið er fimm ár, og var seinasta tjóðartingsval í 2021.
Bert flokkar, sum stuðla forsetanum, Vladimir Putin og russisku innrásina í Ukraina hava fingið loyvi at stilla upp. Sameint Russland, sum í løtuni hevur 350 umboð í undirhúsinum, væntast at varðveita meirilutan eftir valið.
Millum tey, sum skulu á val í dag eru eisini íbúgvar í fýra ukrainskum landslutum, sum Russland hertók í 2022, skrivar Ritzau.
Talan er um fólk í landslutunum Donetsk, Luhansk, Kherson og Zaporizjzja.
Ukrainskir myndugleikar siga valið vera ólógligt, og níggju ukrainskar mannarættindafelagsskapir hava heitt á íbúgvar í áðurnevndu landslutum um at halda seg burtur frá valstøðunum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald