2022-12-01 09:50
Seinnapartin í dag – kl. 15.15 til 17 – verður almennur valfundur í auluni á Námsvísindadeildini, har fólkaskúlin er evnið.
Føroya Lærarafelag, Námsvísindadeildin og Heim & skúli skipa fyri almenna pallborðsfundinum. Valevni frá øllum flokkum luttaka.
Evni sum verða viðgjørt eru hesi:
- hvat siga valskráirnar um fólkaskúlan
- umstøðurnar hjá læraranum í dagsins fólkaskúla
- Læraraútbúgvingin og eftirútbúgving av lærarum
- Hin góði skúlin, har lærarar og næmingar trívast
Valevnini fáa høvi at greiða frá síni ásjón, og høvi verður at seta spurningar úr salinum.
Til tey, ið ikki fáa møtt á Frælsinum, so verður valfundurin stroymdur: https://www.youtube.com/watch?v=V1eR_NvMhQE
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald