placeholder
Innanlands

Vælvera Fitness í tungum sjógvi á Facebook

Fyrrverandi limir ilskast inná, at útlimingartilgongdin hjá venjingarmiðstøðini ikki er nóg greið

Mynd: Sveinur Tróndarson

Mynd: Sveinur Tróndarson

2018-07-18 14:08 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Ein dagføring á Facebook hjá Dáva í Dali hevur fingið bein at ganga á. Í dagføringini fýlist hann á, at tað ikki longur ber til at geva ummæli av venjingarmiðstøðini Vælveru Fitness, eftir at hann sjálvur gav venjingarmiðstøðini eitt vánaligt ummæli.

Ummælið, sum sambært Dáva var um atfinningarsomu útlimingartilgongdina hjá venjingarmiðstøðini Vælveru Fitness, varð strikað og tikið burtur, stutt eftir ummælið varð givið.

- Hetta hendi stutt aftaná, at eg skrivaði mína søgu inni á har og legði screenshots út av øllum teimum, sum hava vent sær til mín við líknandi og enn verri søgum.

Søgan fekk bein at ganga á, tí fleiri fyrrverandi limir hava upplivað, at tað er torført at lima seg úr Vælvera Fitness.

- Eg varð vegleiddur skeivt av tveimum ymiskum starvsfólkum, tá eg skuldi siga haldið upp. Nú vilja tey hava meg at gjalda fyri ein mánaða, aftaná at eg eri fluttur av landinum. Teirra egna mistak, og tey vilja ikki fiksa tað, hóast fleiri boð umvegis Facebook og teldupost. Einasta svar, eg fái, er, at eg kann hyggja eftir, hvat stendur í kontraktini, skrivar Dávur í ummæli hansara av venjingarmiðstøðini.

- Tey hava forrestin einki telefonnummar, mann kann ringja á, hóast tað standa tvey ymisk telefonnummur á heimasíðuni. Tey siga, at hesi telefonnummur hava verið óvirkin í trý ár, og tað er eingin máti mann kann ringja til stjóran ella nakran annan fyri at loysa sínar trupulleikar. Tey siga, at telefonnummarið hjá stjóranum er "privatir upplýsingar", sum tey ikki geva út, so hann hevur opinbart onga arbeiðstelefon. Kanska er hann ov troyttur til at hoyra uppá ónøgdar kundar.

Fleiri fólk hava svarað Dáva aftur, at tey hava upplivað líknandi frá Vælveru Fitness - ofta fyri fleiri túsindatals krónur.

- Tað er heilt ótrúligt at hoyra hesar søgurnar og síggja, at Vælvera opererar uppá hendan mátan. Var limur í næstan tvey ár, og tey hava mist meg fyri altíð, tí tey absolutt skuldu hava meg at gjalda fyri ein mánaða, eg ikki bað um.

Síggj skíggjamyndir av fólki, sum viðmerkja líknandi upplivingar við Vælveru Fitness niðanfyri. 

 
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder