Innanlands

Vánalig koyrilíkindi kring alt landið

Vestmannavegurin er stongdur fyri í kvøld. Í Havn verður mælt frá óneyðugari koyring í kvøld og í nátt

(Mynd: Landsverk)

(Mynd: Landsverk)

2022-12-16 20:46 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað er komin kavi í øgiligum mongdum niður seinastu tímarnar, og koyrilíkindini eru stak vánalig.

Vestmannavegurin er stongdur fyri í kvøld, og letur ikki upp aftur fyrr enn grivið verður í gjøgnum í morgin ári.

Tað eru ring koyriklíkindir á Sandoynni. Tað er ikki koyrandi á Gjáarvegnum, Oyndarfjarðarvegnum og til Haldórsvíkar. Tað eru sera vánalig koyrilíkindir á Elduvíkarvegnum, til Funning, á Eiðisvegnum og Saksunarvegnum.

Landsverk gevst at grava klokkan 21.

Mæla frá óneyðugari koyring
Tórshavnar kommunu mælir frá óneyðugari koyring á Argjum, Tórshavn og í Hoyvík í kvøld og í nátt. Grivið verður til klokkan 22 í Tórshavnar kommunu.

Allir býbussarnir í bæði Tórshavnar kommunu og í Klaksvík eru givnir at koyra fyri í dag.

Strandferðslan hevur avlýst á flestu leiðum í kvøld, og kemur við nýggjari kunning klokkan 10 í morgin árini

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder