Innanlands

Vandi fyri, at hýggj kann vera í proteindrykki

Arla afturkallar Protino Plus við bláberum, sum er selt í føroyskum handlum

2025-07-16 13:21 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Arla Foods afturkallar eitt slag av proteindrykki, sum er seldur í føroyskum handlum.

Talan er um Protino Plus við bláberum.

Orsøkin til afturkallingina, skrivar Heilsufrøðiliga starvsstovan, er at vandi er fyri hýggjvøkstri í vøruni, og er hon tí ikki egnað sum matvøra.

Tey, sum hava keypt "Protino plus drik blåbær", sum er best fyri 17. og 14. juli, eiga at lata drykkin innaftur, har hann er keyptur, ella at beina hann burtur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder