Innanlands

Vanliga virksemið hjá Reyða Krossi byrjar aftur

4. september verður Hjálparnetverkið steðgað, men Reyði Krossur er til reiðar at seta gongd á tað aftur, um tørvur verður á tí

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2020-08-31 14:57 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Frá í dag, 31. august, verður vanliga virksemið hjá Reyða Krossi tikið upp aftur, eftir at hava verið niðurlagt í sambandi við, at korona tók seg upp aftur fyrst í august mánað.

Hesum boðar Reyði Krossur Føroya frá í dag.

Virksemið verður tillagað fyri at taka atlit til almennu tilmælini um smittuvanda, frástøðu og reinføri.

Samstundis sum vanliga virksemið verður tikið upp aftur, verður eisini boðað frá, at Hjálparnetverkið verður steðgað fríggjadagin 4. september. Reyði Krossur er tó til reiðar at seta gongd á tað aftur, um tørvur verður á tí.

Síðani korona byrjaði at gera um seg, hevur virksemið og inntøkugrundarlag hjá Reyða Krossi verið sera avmarkað, og sóknast Reyði Krossur tí eisini eftir fleiri sjálvbodnum. Allur stuðul er kærkomin, sigur felagsskapurin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder