Uttanlands

Vápnasølan methøg í 2024

Kríggini í Gaza og Ukraina eru orsøkin, sigur altjóða granskingarstovnur í Stockholm

Krígsdrona (Savnsmynd)

Krígsdrona (Savnsmynd)

2025-12-01 09:03 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Sølan hjá 100 teimum størsti vápnaframleiðarunum í heiminum var í fjør methøg.

Selt varð fyri 679 milliardir dollarar, sum svarar til 4.384,6 milliardir krónur, vísir frágreiðing frá altjóða friðargranskingarstovninum í Stockholm (Sipri) sambært Ritzau.

Tað eru kríggini í Ukraina og Gaza sum eru orsøkin til økta eftirspurningin.

Tað eru serliga evropeisk lond, sum veita stuðul til Ukraina og kenna seg hótt av Russlandi, sum hava verið við til at gera søluna methøga.

Men vápnasølan er økt í øllum heimspørtum burtsæð frá Asia og Kyrrahavsoyggjum.

Í 2024 øktist sølan av vápnum við 5,9 prosentum í mun til 2023. Í tíðarskeiðnum frá 2015 til 2024 er vápnasølan økt við 26 prosentum.

Í 2024 stóðu amerikanskar fyritøkur fyri nærum helvtini av samlaðu vápnasøluni. 39 av 100 teimum størstu vápnaframleiðarunum hoyra heima í USA.

Tilsamans seldu amerikonsku fyritøkurnar fyri 334 milliardir dollarar - 2.156,8 milliardir krónur. Umsetningurin hjá hesum fyritøkum var 3,8 prosent hægri í 2024 í mun til 2023.

Teir 26 evropeisku vápnaframleiðararnar millum 100 teir størstu høvdu í fjør ein umsetning á 151 milliardir dollarar - 975 milliardir krónur. Sølan hjá teimum var 13 prosent hægri í 2024.

Tvær russiskar fyritøkur eru millum 100 tær størstu, og tilsamans høvdu tær ein umsetning á 31,2 milliardir dollarar - 201,5 milliardir krónur.

Hóast tær orsakað av altjóða revsitiltøkum hava torført við at skaffa tilfar til framleiðslu, var sølan hjá teimum kortini 23 prosent hægri í fjør.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder