Triðja virðislønin, sum varð latin í Müllers pakkhúsi í dag fór til Vár Berghamar Jacobsen. Talan er um barnamentanarvirðisløn Tórshavnar býráðs.
Vár fær heiðurslønina fyri bókina um Ludda og Lundisu, men eisini fyri aðrar framleiðslur fyri børn.
Luddi & Lundisa er skriva í løttum og livandi máli, ljóðar grundgevingin, sum eisini nevndi, at Vár B. Jacobsen hevur givið føroyskum børnum ein litríkari og stuttligari heim at liva í.
Grundgevingin:
Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar býráðs varð latin Vár Berghamar Jacobsen. Vár hevur síðstu mongu árini latið sítt drúgva íkast til føroyska barnamentanarpallin. Hon hevur skrivað og leikstjórnað sjónvarpsrøðina Likkulikkuleia, skrivað útvarpsleikin Luddi og Lundisa, leikritið til jólakalendaran og sangleikin Jól í grannalagnum og útgivið søgufløguna Søguskrínið.
Seinasta bragdið var pallsetingin av leikinum um Ludda og Lundisu, sum seinni í ár kom út í vakrari myndprýddari bók.
“Søgan um fitta lundaparið Ludda og Lundisu er skrivað á løttum og livandi máli við fangandi rímum, sum eru við til at menna málið hjá børnum. Vár hevur við sínum fjølbroyttu gávum og livandi hugflogi givið føroyskum børnum ein litríkari og stuttligari heim at liva í”
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald