2020-11-27 11:45

Tað var síðst í oktober, at tablettir, sum vórðu hildnar at vera extasy-tablettir, vórðu funnar í skúlagarðinum á Sandoyar Meginskúla.
Men nú er greitt, at talan var um sjóverkstablettir. Tað upplýsir Heri Andreassen, leiðari á kanningardeildini hjá løgregluni, fyri útvarpinum.
Tablettirnar vórðu fyrst kannaðar í Føroyum, og sambært tí úrslitinum var talan um extasy. Hetta er tó bara vegleiðandi, og tablettirnar vórðu tó sendar til Danmarkar at kannast nærri.
Har var staðfest, at tað vóru sjóverkstablettir.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald