![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Miðflokkatinglimurin Steffan Klein Poulsen hevur seinasta hálvárið verið sjónligur, og serliga sjónligur fyri at taka mál um pornografi upp á tingið, júst tá koronakreppan. byrjaði. Men Steffan Klein Poulsen vil ikki hava sitandi ásær, at hetta var skeivt at taka upp júst tá. Heldur hinvegin.
Jóhann Lützen, stjóri á Norðlýsinum skrivaði fyri einum mánað síðani, at talan var um vánaliga timing.
- Miðflokkurin gjørdi seg eisini óheppið bemerktan í vár við at hava eina óvanliga vánaliga ”timing”, har hann fór í tingið við einum máli um pornografi, júst tá Koronakreppan byrjaði, skrivar Jóhann Lützen í einum leiðara.
Hesum afturvísir 24 ára gamli tinglimurin úr Hvannasundi, í lesarabrævi á lesarin.fo.
- Fyri tað fyrsta, so var skrivligi fyrispurningurin, um at verja børn ímóti porno á internetinum, latin inn einar tvær vikur áðrenn korona breyt út í Føroyum.
- Eg kundi sjálvandi valt at tikið spurningin aftur, men eg sá onga orsøk til hetta. Eg haldi at tað er sera vandamikið, at stara seg blindan uppá eitt mál ella eina kreppu, sum korona, og blaka alt annað frá sær.
Fyri tað næsta, so hevur pornografi ongantíð verið so aktuelt at varpa ljós á, sum í hesari korona kreppuni, sigur Steffan Klein Poulsen, sum vísir á hagtøl sum vísa økta nýtslu av porno undir kreppuni.
- Hagtøl vísa á at nýtslan øktist nógv tá fólk vóru send til hús, og tann størsta pornosíðan gav øllum Italiumonnum fríða atgongd til alt teirra tilfar undir korona. Jú meiri eg hugsaði um “timingina” av málinum, jú betri helt eg hana vera.
Alt lesarabrævið hjá Steffani sæst á lesarin.fo her
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald