
Politiska kreppan í Spania og Katalonia verður tikin upp til viðgerðar á almennum fundi í Smæruni hóskvøldið, sum Tjóðveldi skipar fyri.
Við á fundinum verður Josep Costa, varaforseti í katalonska tjóðartinginum, umboðandi flokkin hjá fyrrverandi forsetanum, Carles P Puigdemont, Junts per Catalunya.
Støðan í Spania hevur verið ógviliga spent seinastu árini. Í kjalavørðinum av hesum, hava fólkaatkvøður verið í Katalonia um fullveldi. Tann seinasta var í 2017.
Fólkaatkvøðan varð tó ikki góðkend av sponsku stjórnini, og svaraði sponsku myndugleikarnir aftur við stórari fjøld av løgreglufólkum og harðskapi ímóti fólki, ið fóru á val. Eftir fólkaatkvøðuna vórðu níggju katalanskir fullveldissinnaðir politikarir og aktivistar handtiknir, og tey hava síðani verið í varðhaldsfongsli í yvir tvey ár, til tey fingu dóm í oktober 2019 á ímillum 7 og 13 ár hvør. Samstundis eru fleiri katalanskir politikarar í útlegd.
Millum teirra er Carles Puigdemont, fyrrverandi forseti, sum vitjaði í Føroyum í 2018.
Nýggj stjórn er hartil júst skipað í Spania, og er ein av størstu fullveldisflokkunum í Katalonia (ERC) partur av stjórnargrundarlagnum, og treyt fyri, at núverandi forsætisráðharrin í Spania, Pedro Sanchez, hevur meiriluta. Samstundis er leiðarin, Oriol Junqueras, í sama katalanska flokkinum, ERC, í fongsli – fingið 13 ára dóm fyri, at skipað var fyri fólkaatkvøðu um fullveldi.
Nú kemur Josep Costa, ið er samstarvsfelagi hjá omanfyrinevndu, og eisini er varaforseti í katalanska tinginum, til Føroya. Hann kemur at greiða frá støðuni í Katalonia og lagt verður upp til kjak og høvi verður tískil, at seta honum spurningar, skrivar Tjóðveldi í tíðindaskrivi.
-
Josep Costa undir liðini á Carles Puidgemont. Myndin er frá einum fundi í flokkinum Junts per Catalunya, sum varð hildin í Berlin í 2018 (Mynd: EPA)

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald