Ein 39 ára gamal maður, ið er skuldsettur fyri at hava sligið danska forsætisráðharran Mette Frederiksen, er varðhaldsfongslaður fram til 20. juni.
Undir grundlógaravhoyringini í dag noktaði hann seg sekan. Sambært løgregluni tyktiskt hann ávirkaður av bæði rúsevnum og rúsdrekka, tá hann í gjár slóg Mette Frederiksen á Kultorvet í Keypmannahavn.
Maðurin er pólskur ríkisborgari, ið hevur verið í Danmark síðan 2019, skrivar Ritzau.
Sambært dómaranum vóru ábendingar um, at maðurin visti, hvør Mette Frederiksen var, og tí er talan um harðskap móti persóni í almennari tænastu.
Málið hevur fingið umrøðu í fleiri altjóða miðlum, og fleiri útlendskir politikarir hava eisini viðmerkt hendingina.
Finski forsætisráðharrin, Petteri Orpo sigur m.a, at hann fordømir øll sløg av harðskapi móti demokratiskt valdum leiðarum í einum frælsum samfelagi.
Sambært svenska forsætisráðharranum, Ulf Kristersson, er "eitt álop á ein demokratiskt valdan leiðara eisini eitt álop á okkara fólkaræði".
Ursula von der Leyen, forkvinna í ES-nevndini sigur, at hon er skelkað, og at "hendan andstyggiliga hendingin fer ímóti øllum, sum vit trúgva og stríðast fyri í Evropa".
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald