2025-09-08 08:47

Leygardagin varð ein persónur handtikin fyri at hótta og brúka harðskap móti einum løgreglufólki. Viðkomandi varð grundlógaravhoyrdur í gjár, og rætturin avgjørdi, at hann skuldi varðhaldsfongslast, upplýsir vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.
Sambært VP.fo er talan um ein mann í 30unum, og varðhaldsfongslingin er í tríggjar vikur.
Tað var leygardag fyrrapart, at løgreglan legði seg uppí eina illstøðu millum tveir persónar, at eitt løgreglan bleiv hótt, og eitt løgreglufólk bleiv sparkað í andlitið.
Maðurin, sum er skuldsettur, er skuldsettur í sambandi við eitt líknandi mál fyrr í ár, og tí ynskti løgreglan at fáa hann varðhaldsfongslaðan.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald