Ein maður í sekstiárunum situr í løtuni í varðhaldi í sambandi við eitt harðskapsmál í Havn.
Hetta fór fram týsnáttina - ikki í nátt men tí undanfarnu - har tað kom til ilnar millum tveir mans. So mikið nógv at onkur annar ringdi til løgregluna, og so mikið nógv at tann eini endaði á Landssjúkrahúsinum.
Vakthavandi á løgreglustøðuni í Havn í morgun greiðir frá, at "talan ikki bert var um eitt slag".
Hin varð tikin inn, og framsettur í grundlógaravhoyring týsdagin. Har varð avgerð tikin um, at viðkomandi skuldi varðhaldsfonglast í tvær vikur fyri harðskap.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald