Mentan

Várframsýningin sæst á netinum

Nú fólk ikki hava møguleika at vitja framsýningina, ber til at síggja listaverkini á Facebook

2020-04-03 21:10 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Árliga várframsýningin, sum felagið Føroysk myndlistafólk skipar fyri, læt upp 6. mars í Listasavni Føroya við eini vælvitjaðari og áhugaverdari fernisering.

Men eins og so nógv annað mátti framsýningin lata aftur bert fáar dagar aftaná vegna korona.

Í ár er framsýningin skipað í trimum pørtum. Ein partur er við verkum hjá listafólkum, sum hava sent inn til sensureraða partin av framsýningini, og ein partur er við verkum hjá limum í felagnum Føroysk Myndlistafólk. Ein afturlítandi partur er eisini.

Tað eru 30 ár liðin síðan fyrstu várframsýningina, og fyri at markera hetta er ein afturlítandi partur við verkum frá teimum fyrstu várframsýningunum.

Framsýningin kann nú síggjast á Facebook-síðuni Várframsýningin. Saman við hvørjum verki sær stendur navnið á listafólki, heiti á verkinum, stødd, tøkni og prísur. Møguleiki er at ogna sær myndirnar.

Listaverkini á tí afturlítandi framsýningini eru ikki til sølu.

Framsýningin skuldi eftir ætlan lata aftur tann 26. apríl, men av tí at Listasavn Føroya í skrivandi stund er afturlatið, er Várframsýningin longd til 24. mai.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder