Mentan

Várkonsert við Silvitni

Leygardagin 15. mai kl. 17 hevur kvinnukórið konsert í Auluni í Finsen

2021-05-12 17:46 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Leygardagin 15. mai klokkan 17 verður várkonsert við kvinnukórinum Silvitni. Konsertin verður í Auluni í Finsen í Havn.

Silvitni er eitt úrvalslið av níggju evnaríkum kvinnum, sum um heystið 2020 tóku stig til at stovna kórið. Kórið, ið umboðar fýra ymiskar tjóðskapir – Føroyar, Holland, Týskland og Chile – er undir leiðslu av Cinthiu González Parada, sum eisini syngur í kórinum.

Til hesa várkonsertina bjóðar Silvitni fólkinum við á eina tónleikaferð kring knøttin, har áhoyrararnir sleppa at uppliva rútmur og harmoniir frá tónaskøldum úr øllum heraðshornum og frá ymiskum tónleikatíðarskeiðum, boðar Tórsgøta frá í tíðindaskrivi.

Skráin fevnir um gamlan tónleik úr Spania, traditionellar sangir úr Írlandi, Meksiko, Kuba og Afrika, umframt tónleik frá nýmótans tónaskøldum úr Japan, Estlandi, Russlandi og Føroyum. Innihaldsliga eru tekstirnir sera fjølbroyttir, og sungið verður á sjey ymiskum málum. Flestu sangirnir eru a cappella, men til nøkur av løgunum hevur Mattias Kapnas klaverfylgispæl.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder