Innanlands

Varnaðust royk í einum húsi

Tað vísti seg, at ein lampa hevði fest í ein kodda, sum lá ov nær lampuni

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2020-08-20 09:05 Author image
Niels Pauli Danielsen
placeholder

Løgreglan fekk um døgurðatíð í gjár fráboðan um royk inni í einum húsi í Tórshavn. Ein kvinna, sum kom inn í húsið legði til merkis, at tað luktaði brent. Tá viðkomandi kom inn í kamarið varnaðist hon royk.

Sløkkiliðið var sent á staðið. Tað vísti seg, at ein veggjalampa við eini halogenperu í, hevði fest í ein kodda, sum lá ov nær lampuni. 

Tað stóðst eingin skaði av hendingini siga tey av løgreglustøðini, men tað var heppið, at viðkomandi kom inn júst tá, soleiðis at eldurin ikki gjørdist størri.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder