Innanlands

Varpið stóð sína roynd týskvøldið

Hildu ein serligan ráðstevnudøgurða í nýggja mentanarhúsinum í Klaksvík, hóast tað ikki er heilt liðugt enn

(Mynd: Klaksvíkar kommuna)

(Mynd: Klaksvíkar kommuna)

2023-09-14 11:41 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Nýggja mentanarhúsið í Klaksvík, Varpið, stóð týskvøldið sína fyrstu roynd, og hon var væleydnað.

Talan var um eina ferðavinnuráðstevnu, sum Visit Faroe Islands skipaði fyri saman við Visit Norðoy og Klaksvíkar kommunu. Í hesum sambandi varð vitjað í nýggja kappróðrarneystinum í Klaksvík og so varð bjóðað til døgurða í Varpinum, nýggja mentanarhúsinum, sum ikki er heilt liðugt enn.

Klaksvíkar kommuna skrivar á heimasíðuni, at talan var um eitt slóðbrótandi tiltak, tí gestirnir vóru partur ráðstevnu hjá ICCA, sum stendur fyri International Congress and Convention Association. Talan var sostatt um umboð og veitarar úr øllum heimunum, sum hvør í sínum lag arbeiða við at skipa fyri fundum, ráðstevnum og tiltøkum, vanliga nevnt MICE ferðavinna ella vinnuferðavinna. Hetta er sostatt fyrstu ferð at Klaksvíkar kommuna bjóðar seg fram at hýsa líknandi ráðstevnum.

ICCA ráðstevnan byrjaði í Havn mánadagin og gestirnir fara av aftur landinum hósdagin.

Longu í juni mánaða varð avgerð tikin um at bjóða stevnugestunum inn í nýggja mentanarhúsið.

- Hóast Varpið ikki er heilt liðugt enn, so varð hildið fast við avgerðini, um at hava sjálvan veitsludøgurðan í Varpinum. Hetta fyri at vísa gestunum teir møguleikar, sum eru við teimum nýggju, góðu kørmunum, sum koma at vera í Klaksvík, og við hesum bjóða Varpið og Klaksvík fram í ráðstevnu høpi í framtíðini.

- Hóast ymiskt arbeiði er eftir at gera, t.d. at stilla ljóð viðurskiftini, so vóru flest øll samd um, at helst er talan um ein av bestu konsert salunum í landinum, skrivar Klaksvíkar kommuna.

Enn er ikki greitt nær Varpið letur upp, men miðað verður eftir, at tað verður seinni í ár.

Les meira og sí fleiri myndir á heimasíðuni hjá Klaksvíkar kommunu

Herundir eru nakrar av myndunum: 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder