Eftir miðvíst og áhaldandi arbeiði nú í mong ár eydnaðist tað í gjár at seta krúnuna á valaverkið og lata dyrnar upp fyri almenninginum fyri fyrstu ferð. Varpið varð vorðið til veruleika.
Stigtakarar og øll tey mongu, ið gjøgnum nógv ár hava stuðlað og lagt sína orku í at gera hesa stóru verkætlan til veruleika, kunnu sanniliga fegnast um úrslitið - ein hábarslig mentanarháborg í føroyska fiskivinnuhøvuðsstaðnum, og tað sannaðu tey eisini so dyggiliga til stóru og hjartaliga móttøkuna av mentanarhúsinum.
Tað mundi eisini kennast fløvandi hjá teimum mongu vitjandi at síggja og hoyra mongu býarbørnini stíga fram og framføra á stóra og stásiliga pallinum. Ein hátíðarlig og kensluborin byrjan, sum so sanniliga lovar væl fyri bæði verandi og komandi ættarlið - í einum parti av Føroyum, sum hevur fostrað so mong skapandi og dugnalig listafólk.
Við nýggja mentanarhúsinum hava hesi fingið ein framúr góðan karm at virka undir og øll onnur eitt mennandi og gevandi stað at fara til.
Stásiliga Varpshøllin við hundraðtals vitjandi
Stóru og rúmligu móttøkuhølini
Johanna Christiansen, forkvinna í arbeiðsbólkinum fyri Varpið.
Annfinnur Heinesen, stjóri fyri Varpið
Dávur Winther, mentanarstjóri í Klaksvíkar Kommunu, fekk blómur og listaverk hjá Fritz Johannesen fyri sítt stóra arbeiði til frama fyri nýggja mentanarhúsinum.
Jastrid Gullaksen vann kappingina um besta búmerkið til Varpið.
Millum mongu framførslurnar sungu børn og ung í Klaksvík vakra og kensluborna sangin hjá Steintóri Rasmussen, "Tað kundi verið eg".
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald