Innanlands

Vatnleiðingin á Heiðavegi skal endurnýggjast

Trupulleikar hava verið við millum annað litinum. Í sama viðfangi skrivaðu Tórbjørn Jacobsen og Høgni Petersen undir sáttmála um spillivatnsarbeiði á Leitisvegi - eisini í Saltangará.

Tórbjørn Jacobsen og Høgni Petersen. -- Leiðingin er gomul – um aldur við vegin, og hóast vatnið úr brunnunum og frá reinsiverkinum er reint samsvarandi galdandi krøvum, er tað komið fyri, at litur er settur at vatninum frá leiðingini (Mynd: runavik.fo)

Tórbjørn Jacobsen og Høgni Petersen. -- Leiðingin er gomul – um aldur við vegin, og hóast vatnið úr brunnunum og frá reinsiverkinum er reint samsvarandi galdandi krøvum, er tað komið fyri, at litur er settur at vatninum frá leiðingini (Mynd: runavik.fo)

2024-10-11 16:19 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Runavíkar kommuna og Spf. JHR-Entreprenørar hava skrivað undir sáttmála um at endurnýggja vatnleiðingina á Heiðavegi í Saltangará.

Hetta skrivar heimasíðan hjá Runavíkar kommunu

- Leiðingin er gomul – um aldur við vegin, og hóast vatnið úr brunnunum og frá reinsiverkinum er reint samsvarandi galdandi krøvum, er tað komið fyri, at litur er settur at vatninum frá leiðingini. Bøtt verður nú um hetta við at leggja nýggja vatnleiðing í gongubreytina.

Nakað er fráliðið síðan leiðing varð løgd av nýggjum av Høgabóli út eftir Heiðavegi – nú verður farið inneftir so langt sum neyðugt er til tess at bøta um støðuna.

Tað er Sigrid J. Dalsgaard, hevur fyrireikað málið, og ætlanin er, at aðrir viðkomandi partar leggja sínar leiðingar í grevsturin.

Tórbjørn Jacobsen og Høgni Petersen skrivaðu undir arbeiðstakarasáttmálan í vikuni. Í sama viðfangi varð sáttmáli skrivaður undir um spillivatnsarbeiði á Leitisvegi í Saltangará, skrivar runavik.fo

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder