Innanlands

Veðrið ávirkar strandferðsluna og flogferðsluna í kvøld

Broytingar eru á leið 60 og 701 hjá Strandferðsluni, og í Vágum eru tvær komur og ein fráferð avlýst

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2020-01-01 16:38 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Orsakað av veðrinum boðar Strandfaraskip Landsins frá broytingum á leið 60, sum siglur millum Skopun og Gomlurætt.

Síðsti túrurin úr Skopun verður klokkan 18.35, og síðsti túrurin av Gomlurætt verður klokkan 19.30. 

Túrurin út í Hest klokkan 19.10 fellur burtur.

Eisini verður boðað frá broytingum á leið 701 millum Fámjin, Tvøroyri og Sandvík. Fyri veður verður nevniliga eingin koyring til Fámjins restina av degnum.

Veðrið ávirkar eisini flogferðsluna. Tvey flogfør úr Keypmannahavn, sum skuldu lenda í kvøld, eru avlýst, og tað sama er galdandi fyri eina fráferð úr Vágum til Keypmannahavnar.

Atlantsflog hevur boðað frá, at RC457 úr Keypmannahavn, sum skuldi lenda í Vágum klokkan 17.35 er avlýst orsakað av veðrinum. Tað sama er galdandi fyri RC459, sum skuldi lenda klokkan 19.50.

Ferðafólk, sum skuldu við RC458 til Keypmannahavnar í kvøld hava fingið at vita, at tey verða umbókaði til nýggja fráferð í morgin, 2. januar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder