Innanlands

Veðrið ávirkar siglingina hjá Galaxy

Galaxy fer av Krambatanga klokkan 14 og av Havnini aftur klokkan 17.30 í dag

Galaxy avloysir í løtuni Smyril á Suðuroyrleiðini (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Galaxy avloysir í løtuni Smyril á Suðuroyrleiðini (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-09-07 10:47 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Vegna veður boðar Strandferðslan frá broytingum á Suðuroyarleiðini seinnapartin í dag.

Fráferðin hjá Galaxy av Krambatanga klokkan 17 verður framskundað til klokkan 14, og siglt verður aftur av Havnini klokkan 20.30 í staðin fyri klokkan 17.30.

Ferðandi, ið hava bílagt pláss til túrin klokkan 17 av Krambatanga eru flutt til túrin klokkan 14, og ferðandi, ið hava bílagt pláss til túrin klokkan 20.30 úr Havn eru flutt til túrin klokkan 17.30, skrivar Strandferðslan.

Bygdaleiðir í Suðuroy koyra í sambandi við broyttu fráferðir og komur hjá Galaxy í dag.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder