Innanlands

Veðrið kann eisini órógva bussleiðina í næstu viku

Sambært núverandi veðurforsøgn verður sera ringt veður mánadagin, týsdagin, og mikudagin, og kunnu fólk tí vænta seinkingar, broytingar ella avlýsingar, sigur Strandferðslan

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2020-01-04 12:52 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Illveðrið, sum hevur herjað seinastu dagarnar hevur órógvað bæði bussleiðirnar og sjóleiðirnar hjá Strandferðsluni, og líkt er til, at veðrið fer at órógva ferðsluna nakrar dagar afturat.

Sambært heimasíðuni hjá Strandferðsluni, kunnu fólk nevniliga vænta seinkingar, broytingar ella avlýsingar á øllum Oyggjaleiðum og Bygdaleiðum í fyrru helvt av komandi viku.

Strandferðslan skrivar soleiðis:

- Sambært núverandi veðurforsøgnum, verður sera ringt veður mánadagin 06-01, týsdagin 07-01 og mikudagin 08-01-20. Tí kunnu seinkingar, broytingar ella avlýsingar væntast á øllum Oyggjaleiðum og Bygdaleiðum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder