- Tað hevur hilnast væl hóast veðrið í ár hevur verið keðiligt. Vit hava havt 30 avlýsingar, og tað er nokkso nógv.
Tað segði Gunnar Skúvadal, sum var gestur í Nón í gjár. Sendingin í útvarpinum vitjaði í Vestmanna í sambandi við Vestmannadagar, sum eru í hesum døgum.
Gunnar Skúvadal, sum rekur Fjørukrønna og skipar fyri túrum við báti, millum annað í Vestmannabjørgini, greiðir frá, at er tað høgætt og tað er brim í Vestmannabjørgunum, ber til at fara suður gjøgnum Vestmannasund og undir Trøllkonufingur á suðursíðuni á Vágalandinum.
- Men í ár hevur verið nógvur útsynningur, og tað er ein ring ætt allastaðni hjá okkum.
Hann sigur at í fjør avlýstu tey 15 túrar, men alíkavæl eru samanumtikið fleiri ferðafólk í ár enn tey vanliga hava havt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald