
Broytingar eru gjørdar í skránni fyri Summar Festivalin fríggjakvøldið.
Hesum boðar festivalurin frá. Tað er ivasama veðrið ein part av kvøldinum, sum órógvar upprunaskránna. Serliga ávirkar tað stóra pallin á Vágsbøi:
- Roknað verður við, at eitt skifti seint í kvøld fer at regna illa, og ættin liggur inn á stóra pall á Vágsbøi. Tí verður trupult at hava konsert har ta løtuna. Væntað verður, at regnið fer fram við, og at veðrið verður betri aftaná, skrivar festivalurin í fráboðan nú seinnapartin.
Høvuðsbroytingin í kvøld er, at konsertin við UB40 ft. Ali Campbell á Vágsbøi verður framskundað til kl. 20:30.
Les eisini: UB40-hittini fara at runga
Sí eisini: Myndir: Hóskvøld á Summarfestivalinum
Hetta hevur við sær, at aðrar broytingar mugu gerast . Millum annað er Linda Andrews flutt av stóra palli á Vágsbøi og inn í Tjaldið. Konsert hennara er eisini útsett til 22.30.
Konsertin hjá Ester Skála er eisini útsett hálvan annan tíma, meðan framførslan hjá Herborg Torkilsdóttir er framskundað til klokkan 23.15.
19.00: Kalas (Torgið)
![[object Object]](https://cdn-ac.knassar.fo/media/2025/08/08/gallery-thumbnail/1754666613qhk7p3rssz.webp)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald