2020-02-29 09:58
Í gjár varð boðað frá, at fleiri túrar hjá Smyrli vórðu avlýstir, og í morgun boðar Strandferðslan frá avlýsingum á fleiri oyggjaleiðum og bygdaleiðum orsakað av veðrinum.
Hvørki Sam ella Ternan sigla fyribils, og fleiri avlýsingar eru eisini á Nólsoyarleiðini.
Fleiri av bygdaleiðunum koyra heldur ikki í løtuni.
Talan er um leiðirnar: 100 - 101 - 200 - 201 - 202 - 300 - 400 - 410 - 440 - 442 - 482 - 500 - 504 -506 - 600 - 601 - 700.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald