2025-09-26 17:41

Eins og í dag ávirkar veðrið suðuroyarsiglingina aftur í morgin. Galaxy siglir bara tveir túrar leygardagin.
Siglt verður av Krambatanga klokkan 7 og av Havnini klokkan 18. Síðani verður ikki siglt meira fyri dagin, sigur Strandferðslan.
Eisini eru fráferðirnar leygardagin á leið 36, millum Sørvág og Mykines, úr Sørvági klokkan 10:45 og kl. 10:45 úr Mykinesi avlýstar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald