Mentan

Veðrið var vinnarin á G! í gjár

Men har vóru eisini góð tónleikalig upplivilsi – serliga við Daða Freyr og Joe & the Shitboys

(Mynd: Jens Kr. Vang)

(Mynd: Jens Kr. Vang)

2022-07-16 14:40 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Playa de Gøtusandur kom rættiliga til sín rætt í góða veðrinum í Gøtu í gjár. Hóast høgætt, var lýðka í luftini, og fólk valdu at tveita klæðini av sær fyri at leggja seg á sandin at taka ímóti lívgevandi sólstrálunum, ella blaka seg út í Gøtuvík, sum hevur verið dúliga vitjað av kátum ungfólki hetta vikuskiftið.

Fríggjadagurin gjørdist ein tann mest væleydnaði dagurin á G! Festivalinum í fleiri ár. Og tað er veðrinum fyri at takka.

Men sjálvandi eisini tónleikinum. Tí hóast onkur hevur hug at fýlast á, at tað ikki longur eru eins nógv altjóða nøvn á G!, sum tað plagdi at vera, so borgar G! Festivalurin altíð fyri góðum tónleiki, sjálvt um nøvnini ikki eru so kend.

[object Object]

Loftskotin íslendingur í síðari peysu

Kendasta nøvnini hetta fríggjakvøldið vóru kilenski sviin José González og íslendski Daði Freyr. Tað untist ikki hesum høvunda at uppliva fyrstnevnda, men sum skiltist í gøtutúni í gjárkvøldið, so var hansara framførsla góð, men uttan at vera frábær, tí talan var um ein umgang av friðarligum tónleiki.

Øðrvísi festlig var framførslan hjá Daða Freyr. Framførðslan hjá hesum loftskotna íslendinginum í síðari peysu var sjáldsom. Tónleikagávurnar hevur hann í ólukkumát, men hann vísti eisini at vera ein rættiliga sjáldsamur persónur. Tí gjørdist framførslan øðrvísi.

Hann umbar seg yvir fyri áhoyrarunum, at fasti gittarleikari hansara ikki var við. Hann hevði valt Bali fram um Føroyar, skil hvør í skilja vil. Sostatt hevði Daði bara kvinnuliga percussionistin, Ylva Øien, aftur at sær, sum eisini vísti seg at vera ein fínur sangari. Vantandi gittarspælið vísti seg ikki at órógva framførsluna. Ylva helt rútmuni, og spældi á onkrar tangentar, og Daði sjálvur skrúvaði og snaraði upp á sínar electro-knappar, spældi upp á smá tangentinstrument, haldi at ein moog’ur var høvuðsljóðføri, og so sang og dansaði hann og tók eisini gittararnar fram av og á – hevði eitt nú eina frálíka solo á Fenderbassi.

[object Object]

Treiv í sang hjá Ólavi á Váli

Hann órógvaðist av tí stóra bólkinum av hormonfyltu ovfærakátu tannáringaunglingunum, sum høvdu sett sær fyri at tríva í “Seven Nation Army” millum hvønn sang, eins og vóru teir til fótbóltsdyst.

“Hví?” spurdi Daði eitt sindur órógvaður. “Hetta er mítt show!”.

Men hann tók tað pent, serliga tá hann royndi seg á føroyskum. Fortaldi, at hann hevði hoyrt ein sang í radiolurtinum í bilinum, og ætlaði at royna seg. Og so treiv hann í eina versjón av “Tað er so gott at búgva her í Føroyum” hjá Ólavi á Váli. Ikki eitt eyga turt. Klassi.

Jú, hann dugdi at skemta við áhoyrararnar – royndi seg við nøkrum orðum á føroyskum, men annars gekk tað mesta fyri seg á enskum.

Og so tá hansara Eurovision hitt – “10 Years” og “Think about Things” – komu, fór allur gøtusandur upp at syngja og dansa, Tey vildu øll hava meira, men onki eykanummar kom.

[object Object]

Tamilsk upphiting

Áhoyrararnir – flestu teirra – vóru væl upphitaðir áðrenn konsertina hjá Daða, tí uppi á spæliplássinum høvdu tey fingið eitt musikalskt upplivilsi við sveitsisk-tamilsku sangarinnuni Priya Ragu, sum var ein av góðu upplivingunum hetta kvøldið.

Dansandi lættur electro-r&b-poppur og hon og frálíka orkestur hennara fingu alla fjøldina við upp á tað, hóast tey flestu á staðnum ikki kendu tónleikin frammanundan.

[object Object]

Freak-show

Eftir konsertina hildu Joe & the Shitboys audiens fyri G! publikum. Hetta nú fremsta punknavn á føroyska tónleikapallinum er so mikið nýtt, at tað nærum ikki var til tá G! seinast var hildin , hava nærmast lagt heimin fyri føtur sínar í tíðini, sum er farin síðan seinasta G!.

Er Daði spesiellur, so eru Joe & the Shitboys ikki minni. Neyvan taka teir tað illa upp, at verða kallaðir eitt ‘freak-show”, tí tað er tað. Sangirnir eru láturliga stuttir – ja, so stuttir, at lívligu áhoyrarirnir ikki náa at finna inn í taktina fyrr sligið verður av aftur, og Joe sigur “takk fyri”.

Og millum sangirnar tveitir Joe um seg við fornermilsum móti publikum, og tey elska tað og eru við upp á tað.

Musikalitetur liggur aftan fyri larmin og hánarorðini, og tað er eitt bragd av hesum fýra unglingunum, at teir megna at halda stýr á øllum sangunum. Show’ið koyrir jú nærum út í eitt, so her skal nógv venjing og tilrættislegging til.

Stórliga fagnaða show’ið í gjárkvøldið endaði við gestaupptraðkan av trimum rapparum, Marius DC og Ayphinn og Blómudronginum frá Æðrasoppum, og alt var fantastiskt.

[object Object]


[object Object]Undan nevndu konsertum bjóðaði G! upp á Horrse, Lenu & Niclas, Elinborg Pálsdóttir og José González, sum yvirritaði ikki náddi at hoyra.

Stóri pallur endaði við belgiskum punkrokki frá Sons áðrenn áðurnevndu Æðrasoppar rundaðu av á Spæliplássinum.

Full skrá var aftur hesaferð í grundini eisini, henda fríggjadagin við Telemama, Tina Mellem og Koyboykex, umframt fleiri útlendskum nøvnum. Fyrr hevur hetta sermerkta staðið einamest verður brúkt til DJ-showini longur út á náttina.

Nú skal helst metast um, hvussu klókt tað er at hava tónleik í grundini – nakað burtur frá festivaløkinum – samstundis sum stór nøvn spæla inni á festivalinum. Tað tykist ikki sum tað hevur verið trongligt framman fyri pallin í grundini.. 

Fleiri myndir frá G! fríggjadegnum


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder