Innanlands

Veðurlagsbroytingar, orkutiltøk og rættindi hjá upprunafólki á breddan í Reinsarínum

Aili Keskitalo.vitjar í Havn leygardagin. Hon er fyrrverandi fyrrverandi forseti í norska Sámatinginum, og starvast í dag hjá Amnesty International Norra. Tiltakið byrjar klokkan 14 og er partur av mannarættindafestivalinum og 60-ára haldinum

2025-10-01 08:18 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

At tálma veðurlagsbroytingum er alneyðugt. Í hesi roynd verða stór orkutiltøk sett í verk, og fleiri av teimum í Norðurnorra, har sámar búgva og hava teirra
lívsgrundarlag. Fleiri dømi eru um, at hesi náttúruinntriv gera seg inn á rættindi hjá sámum. Tískil eru sámar ikki bara ávirkaðir av veðurlagsbroytingum men eisini av orkutiltøkum og øðrum veðurlagsátøkum, sum verða sett í verk á teirra jørð.

Hetta er evni á tiltaki, sum Amnesty International Føroyar skipar fyri leygardagin kl. 14 áReinsarínum við Aili Keskitalo. Aili er sámi úr Norðurnorra, fyrrverandi forseti í norska Sámatinginum, og starvast í dag hjá Amnesty International Norra við rættindum hjáupprunafólki og við umhvørvisspurningum. Við framløgu og práti við Ragnheiður Bogadóttir, granskara á Setrinum, greiðir Aili okkum frá um sámiska mentan og søgu, og um hvussu orkutiltøk í Norðurnorra gera seg inn á rættin hjá sámum, sum eru upprunafólk, og hava síni siðbundnu búsetingarøkir í Norra, Svøríki, Finnlandi og Russlandi.

- Vindturbinurnar stjala reindýrabeitið. Tá ið reindýrahaldið verður hótt,
hóttir tað ikki bara lívsgrundarlagið, men eisini sámisku mentanina.

Soleiðis segði Maja Kristine Jåma í 2023, tá ið Amnesty International - eisini her í
Føroyum - heitti á norsku stjórnina um at virða rættindini hjá sámum at útinna sína
mentan. Tá vóru tvey ár síðan, at norski hægstirættur hevði staðfest, at vindorkuverkini við Fosen vóru brot á mannarættindini hjá sámum, tí tey gjørdu seg inn á rættin hjá sámum, sum liva av reindýrahaldi, at útinna sína mentan.

Fyri at skilja avleiðingarnar, sum slík orkutiltøk kunnu hava, tekur Aili á tiltakinum
okkum eisini við inn í sámiska søgu og mentan. Sámiska mentanin og siðbundnu
vinnuvegirnir eru, sum hjá øðrum upprunafólkum, tætt knýtt at náttúruni.
Reindýrahaldið er ein týðandi sámiskur mál- og mentanarberi, og suðursámiska málið er sambært UNESCO álvarsliga hótt.

Støðan hjá sámum við Fosen er einki eindømi. Og heldur ikki er Norra nakað eindømi, har orkutiltøk gera seg inn á mannarættindini hjá upprunafólki. Á tiltakinum spyrja vit eisini Aili, hvat vit í Føroyum kunnu læra av stríðnum hjá sámum.

Tiltakið er ókeypis og verður á Reinasínum leyardagin 4. oktober klokkan 14-15.30.

Tiltakið er partur av mannarættindafestivalinum, sum Amnesty Føroyar skipar fyri  samband við, at tað í ár eru 60 ár liðin, síðan felagsskapurin var settur á stovn. Sí alla skránna her.

Amnesty Føroyar

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder