Innanlands

Veðurstovurnar ósamdar um tað verða 20 ella 24 stig

Kunnu nærkast hitameti í Føroyum um vikuskiftið

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

2025-07-11 08:10 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tú las rætt. Veðurstovurnar eru ósamdar um tað verða 20 ella 24 stig um vikuskiftið.

Í morgun er heldur gráligt við mjørka og regn, og tað heldur fram í allan dag og til fyrrapartin í morgin.

Tá fer hann yvir í landsynning og tað fer at klárna. Hitastigini fara krúpandi uppeftir, upp í 16 hitastig, og serliga undan ættini kann vera uppaftur meira.

Sunnudagin verður eystan og tá verður enn lýggjari. Norðanfyri og annars undan ættini kunnu vit vænta upp í 20 stig, og onkur forsøgn lovar enntá 24 stig, segði Knud Simonsen, veðurfrøðingur, við Summarmorgun í morgun.

Men tað er vandi í allari vælferð. Talan er um heita luft sum kemur yvir kaldari sjógv eystanifrá og tí kann mjørki væntast eystanfyri, meðan tað norðanfyri og vestanfyri heldur seg klárt, greiðir Knud Simonsen frá.

Um tað verður upp ímóti 24 hitastigum, kann gerast talan um hitamet í Føroyum. Sambært Knud Simonsen eru hitamátingar frá juli 2003 á flogvøllinum í Vágum, sum eru upp í 26,3 stig og frá august 1997 upp í 23,5 stig.

Síggj feskastu veðurforsøgnina her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder