Innanlands

Veðurstovan: Ringasta løtan í tveimum

- Vit kunnu siga, at ringasta løtan er í tveimum. Tíðliga seinnapartin, tá ið hann er ímóti stormi sunnan - og um kvøldið og náttina er tað sama vindferð av útsynningi, sigur Veðurstova Føroya.

2026-10-13 18:40 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Nú er minni enn eitt samdøgur, til vindurin fer at veksa upp í storm. Veðurstøðirnar hava verið nokkso samdar næstan alla tíðina, og nú er óvissan ikki tann stóra.

Byrja vit í morgin ári og taka tær seinastu forsagnirnar, so kemur hann lágt, upp í 13 m/s, og fram ímóti morgni fer at regna. Fyrrapartin veksur vindurin, á middegi eru 15 til 20 m/s – enn samdrigið og regn.

Tíðliga seinnapartin veksur vindurin eina løtu upp í 18 til 23 m/s, men minkar niður í 13 til 18 m/s út á seinnapartin, og tá ið slítur í.

Um náttúratíð gongur hann vesturum til útsynning, og so fer vindurin at veksa aftur. Hann fer at vera 18 til 23 m/s, til komið er nakrar tímar út á náttina. Tá fer at minka aftur. Hesa løtuna er hálvskýggjað og okkurt æl í støðum. 

- Vit kunnu siga, at ringasta løtan er í tveimum. Tíðliga seinnapartin, tá ið hann er ímóti stormi sunnan (sunnan roynist illa í nógvum vindi m.a. á Viðareiði) – og um kvøldið og náttina er tað sama vindferð av útsynningi (útsynningur roynist illa í ringum veðri á Toftum, í Streymnesi, Kunoy og Skúvoy).  

Hóast hetta ikki er eitt rættiligt ódnarveður, so eru bestu ráðini at rudda alt leyst uttanfyri, so tað ikki liggur og sløðist.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder