Kunngerðin um sálarligt arbeiðsumhvørvi kom í gildi 1. august. Nú eru seks vegleiðingar tøkar á heimasíðuni hjá Arbeiðs- og brunaeftirlitinum. Endamálið við vegleiðingunum er at gera tað lættari fyri arbeiðspláss at skilja og fremja ásetingarnar í kunngerðini.
Vegleiðingarnar lýsa, hvussu arbeiðspláss kunnu arbeiða við teimum viðurskiftunum, sum verða nevnd í kunngerðini: arbeiðsbyrða, mótstríðandi krøv, kensluliga høg krøv, niðrandi atburður og arbeiðstongdur harðskapur. Tær greiða eisini frá, hvussu fyribyrgjandi tiltøk kunnu gerast, hvussu mannagongdir fyri fráboðanir kunnu skipast, og hvussu starvsfólk kunnu fáa hóskandi upplæring og vegleiðing.
– Vegleiðingarnar geva arbeiðsgevarum og starvsfólkum ítøkilig amboð til at arbeiða við trivnaðinum á arbeiðsplássunum, og tær eru eitt týðandi stig í at styrkja sálarliga arbeiðsumhvørvið, sigur Margit Stórá, landsstýriskvinna í umhvørvismálum.
Landsstýriskvinnan leggur dent á, at eitt gott sálarligt arbeiðsumhvørvi er avgerandi fyri arbeiðslívið hjá starvsfólki, og minnir á, at hetta er eitt øki, sum krevur felags átøk og gott samstarv. Hon vónar, at arbeiðsplássini seta seg væl inn í vegleiðingarnar, og at tær fara at verða brúktar í dagliga arbeiðinum.
Umhvørvismálaráðið
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald