Alt bendir á, at tað nú fer at eydnast at skipa eina mið-vinstra-stjórn í Svøríki har Stefan Löfven kann halda fram sum forsætisráðharri.
Fríggjadagin verður atkvøðugreiðsla í Ríkisdegnum um nýggju stjórnina, og nú er greitt, at Vänsterpartiet ikki fer at atkvøða ímóti at formaðurin hjá sosialdemokratunum, Stefan Löfven, verður forsætisráðharri.
Hesum boðaði formaðurin í vinstraflokkinum, Jonas Sjöstedt frá í morgun.
- Vit hava tryggjað okkum, at um Löfven framhaldandi skal standa á odda fyri stjórnini, so kemur Vänsterpartiet at hava politiska ávirkan, segði hann.
Vänsterpartiet, sum hevur verið dyggur stuðul hjá sosialdemokratunum, segði mánadagin, at flokkur hansara – nú hann ikki fekk bjóða pláss í stjórnini – ikki fór at hjálpa Löfven sín stuðul uttan at hann fekk ávirkan.
Les: Vänsterpartiet setir krøv til nýggja stjórn
Hetta tí at Sosialdemokratiet ístaðin vil skipa stjórn við núverandi stjórnarflokkinum, Miljöpartiet, og so teimum báðum miðflokkunum frá bláu samgonguni, Centerpartiet og Liberalerna.
Ein av orsøkunum til at Centerpartiet tók undir við nýggja samstarvinum var júst, at ytstu veingirnir í svenskum politikki, Sverigedemokraterna høgrumegin og Vänsterpartiet vinstrumegin ikki skuldu fáa ávirkan.
Men formaðurin í Vänsterpartiet hevur nú fingið vissu fyri ávísari ávirkan, sigur hann sjálvur nú. Jonas Sjöstedt og Stefan Löfven hava hildið fleiri fundir hesi seinastu samdøgrini. Löfven vil, sambært Danmarks Radio, ikki siga hvat úrslitið av hesum fundum hevur verið uttan at samrøðurnar hava verið ”góðar og konstruktivar”. Hann leggur eisini dent á, at hann sjálvur ongantíð hevur sett líkheitstekn millum Sverigedemokraterna og Vänsterpartiet.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald