Mentan

Veitsludøgurðin er endabresturin á degnum

Tey allarflestu av teimum umleið 190 gestunum eru komnir til Hotel Føroyar, har ein fimm-rættað matskrá er á skránni. Tey kongaligu koma beint fyri klokkan 19

Súsanna Bertholdsen, landsstýriskvinna, heilsar uppá floksformann sín. Løgmaður er vertur fyri veitsludøgurðanum, sum er punktum fyri hendan langa fyrsta dagin av kongsvitjanini (Mynd: Sverri Egholm)

Súsanna Bertholdsen, landsstýriskvinna, heilsar uppá floksformann sín. Løgmaður er vertur fyri veitsludøgurðanum, sum er punktum fyri hendan langa fyrsta dagin av kongsvitjanini (Mynd: Sverri Egholm)

2025-06-11 18:21 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tey flestu av teimum innbodnu eru komin til Hotel Føroyar - tey flestu eru í føroyskum klæðum. 

Man er veitsluskrýddur, tá man skal til veitsludøgurða á við kongshjúnunum. Hetta sæst á politikkarunum og honum, sum eru komin á gistingarhúsið tíðliga í kvøld.

[object Object]

[object Object]

Løgmaður er vertur. Jákup Dahl verður borðstjóri.

Ein fimm-rættað matskrá við øllum møguligum góðum verður borðreidd fyri teimum umleið 190 gestunum. 

[object Object]
Framførslur við millum annað horntónleiki - blásarum - verður eisini.

Til ber at fylgja við HER - har koma myndir og annað út gjøgnum kvøldið

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder