2019-07-06 15:08
Tórshavnar kommuna fer ætlandi aftur komandi heyst/vetur at hava vælumtókta tilboðið at skoyta á Vaglinum. Ætlandi verður opið frá umleið 3. november 2019 til miðan januar 2020.
Innbjóðing til at bjóða uppá veitingina av skoytibreytini er send til ymisk feløg, ið higartil hava gjørt vart við seg í sambandi við slíkar veitingar, skrivar heimasíðan hjá kommununi. Um onnur feløg eru, ið ynskja at bjóða uppá veitingina, fæst nærri kunning her.
Í august 2019 er eisini ætlanin at bjóða raksturin av skoytibreytini út og verður nærri lýst um tað tá.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald