Innanlands

Veitraðu við Merkinum tá Norrøna kom til Hirtshals

Leygardagin verður kósin sett aftur í norðuratlantshavssigling

(Mynd: Nordsøposten)

(Mynd: Nordsøposten)

2021-03-02 12:16 Author image
.
placeholder

Í morgun kom Norrøna aftur í “vanligu” donsku havn sína eftir umfatandi umbyggingina í Lindø beint uttan fyri Odense.

Fleiri broytingar eru gjørdar í skipinum. Mest eyðsýnda er ein røð av nýggjum marglætis kømrum við víðsýnisrútum á hæddini har fyrr var sóldekk og “skybarr”. Og so er ein spildurnýggj skybarr við góðum útsýni bygd omaná.

Nakrir føroyingar vóru komnir oman á havnina í Hirtshals í morgun, tá Norrøna kom til Hirtshals. Tey tóku ímóti skipinum við fløggum, skrivar Nordsøposten.

Norrøna verður nú liggjandi í Hirtshals, meðan seinasta arbeiðið verður við at klárgera skipið til ferðafólkaflutning aftur.

Norrøna varð tikin úr sigling 19. desember. Hetta tíðarskeiðið hevur ongin ferðaflutningur verið við Smyril Line, bert farmaflutningur við hinum skipunum hjá reiðarínum.

Norrøna fer úr Hirtshals leygardagin á fyrsta túri sínum eftir umbyggingina. 

(rættað kl. 13.20)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder