Innanlands

Veljarar í avbyrging ella sóttarhaldi skulu brævatkvøða

Veljarar, sum eru í avbyrging, sóttarhaldi ella heimauppihaldi, verða bidnir um at seta seg í samband við avvarðandi kommunu ella valnevnd, soleiðis at valnevndin kann fyrireika, hvussu atkvøðugreiðslan við brævi skal fara fram

2020-11-02 14:31 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Veljarar, sum vegna COVID-19 eru í avbyrging, sóttarhaldi ella heimauppihaldi, kunnu ikki møta á valstaðnum sjálvan valdagin fyri at greiða atkvøðu til kommunuvalið. Hesir veljarar kunnu í staðin útinna sín valrætt við brævatkvøðu.

Atkvøðugreiðsla við brævi fer fram í tíðarskeiðnum frá týsdegnum 3. november 2020 til mánadagin 9. november 2020. Atkvøðuseðilin skal vera komin fram til valstaðið, áðrenn atkvøðugreiðslan byrjar tann 10. november 2020.

Veljarar, sum eru í avbyrging, sóttarhaldi ella heimauppihaldi, verða bidnir um at seta seg í samband við avvarðandi kommunu ella valnevnd, soleiðis at valnevndin kann fyrireika, hvussu atkvøðugreiðslan við brævi skal fara fram.

Trýst her fyri at síggja eitt yvirlit yvir kommunurnar.

– Umhvørvis- og vinnumálaráðið

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder