Innanlands

Veljarakanning: Veljararnir fylkjast um stóru andstøðuflokkarnar

Fólkaflokkurin er nógv størstur, hóast hann missir nakað í mun til seinastu veljarakanning. Tjóðveldi hevur nú væl størri undirtøku enn Javnaðarflokkurin

Beinir Johannesen, formaður Fólkafloksins. Hóast eina afturgongd í mun til seinastu veljarakanning, er tað framvegis nógv flestir veljarar, sum stuðla hansara flokki (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Beinir Johannesen, formaður Fólkafloksins. Hóast eina afturgongd í mun til seinastu veljarakanning, er tað framvegis nógv flestir veljarar, sum stuðla hansara flokki (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-08-27 13:00 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Samgongan vinnur eitt sindur innaftur á andstøðuna, men tað er framvegis teir báðir stóru andstøðuflokkarnir, Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin, ið kunnu skipa landsstýri uttan stuðul frá teimum minnu flokkunum.

Tað vísir nýggjasta veljarakanningin hjá Portalinum.

Fólkaflokkurin hevur framvegis nógv størst undirtøku við 31,2 prosentum av veljarunum, ið er ein framgongd á 12,3 prosentstig í mun til løgtingsvalið í desember 2022. Hetta gevur Fólkaflokkinum 10 tingsessir – fýra fleiri enn nú.

Sambandsflokkurin er næststørstur í kanningini við 22,8 prosentum av atkvøðunum, 2,8 prosentstig fleiri enn til løgtingsvalið og 8 tingfólk – eitt meira enn nú.

Hyggja vit eftir seinastu veljarakanningini, sum var gjørd undan summarfrítíðini, so varðveitir Fólkaflokkurin ikki stóru framgongdina, sum flokkurin fekk tá. Í mai stóð flokkurin til at fáa 34 prosent av atkvøðunum og 11tingsessir.

Hesir báðir stóru andstøðuflokkarnir standa harvið til at fáa 54 prosent av atkvøðunum, og 18 av 33 tingsessum.

Tjóðveldið nú væl størri enn Javnaðurin

Tann flokkurin, ið klárar seg best í mun til seinastu kanning, er Tjóðveldi, sum nú hevur undirtøku frá 16,7 prosentum av veljarunum. Tað er ein afturgongd á eitt prosentstig í mun til seinasta val, men ein framgongd í mun til seinastu kanning, tá Tjóðveldi fekk 14,8 prosent. Tjóðveldi stendur nú til at fáa seks tingfólk – tað sama, sum nú.

Við hesi veljarakanningini er Tjóðveldi nú greitt triðstørsti flokkur í Føroyum, tí hann nú er meira enn 2 prosentstig størri enn Javnaðarflokkurin.

Flokkurin hjá løgmanni fær í nýggjastu veljarakanningini 14,6 prosent, sum er eitt vet meiri enn í seinastu kanning, so sigast kann, at afturgongdin kanska er støðgað. Men 14,6 er 12 prosentstig færri enn til løgtingsvalið, so Javnaðarflokkurin hevur líka stóra afturgongd, sum Fólkaflokkurin hevur framgongd, sambært kanningini.

Javnaðarflokkurin stendur sostatt framvegis at ganga úr 9 tingfólkum niður á fimm.

Tveir sessir í part til smáu flokkarnar

Sambært nýggjastu kanningini fáa teir báðir smáu flokkarnir á tingi tveir tingsessir í part.

Framsókn stendur til eina evarska lítla afturgongd á 0,1 prosentstig, men tað í hesi kanningini nóg mikið til at flokkurin missir triðja tingsessin.

Miðflokkurin stendur til eina afturgongd á 1,3 prosentstig í mun til løgtingsvalið, men varðveitir teir báðar sessirnar, sum flokkurin hevur nú.

Sjálvstýri fær heldur ikki hesaferð umboðan á Løgtingi.

Veljarakanningin byggir á svar frá 500 veljarum, sum Spyr.fo spurdi mánakvøldið. 15 prosent av teimum spurdu vistu ikki hvønn flokk tey fara at velja. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder