2025-08-09 02:35

Nógv sum ætlaðu sær í stóra tjaldið á Summarfestivalinum í kvøld, vóru vend í hurðuni.
Orsakað av vindi eru allar konsertirnar á Vágsbøi avlýstar. Dynamitt er avlýst og verður væntandi leygarkvøldið ístaðin.
Við inngongdirnar var nakað av órógvi í kvøld. Tað er nevniliga einfalt. 5000 fólk sleppa inn í tjaldið og so er fult. Vaktir forðaðu fólkum, sum royndu at sleppa inn, tá Grandmas Basement í stórformi settu lív í regnvátu fjøldina.
Nógv av teimum, sum høvdu ætlað sær at hoyrt Grandmas Basement, vóru vend í hurðini.
Nú er steðgur eina løtu til Swardi spælir klokkan 3.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald