2026-01-04 11:25
Í minsta lagi 40 fólk vórðu dripin undir amerikanska álopinum á Venesuela leygarnáttina, har forsetin, Nicolas Maduro og kona hansara vórðu tikin til fanga og flutt til USA.
Tað sigur eitt ónavngivið embætisfólk við amerikanska miðilin New York Times.
Bæði herfólk og sivilfólk vóru millum tey dripnu, verður sagt.
USA leyp á høvuðsstaðin, Caracas og fleiri onnur støð, skrivar Ritzau.
Leygardagin segði varaforsetin í Venesuela, Delcy Rodriguez, at fleiri herfólk og sivilfólk høvdu latið lív, men hon nevndi ikki nakað tal.
Amerikanski forsetin, Donald Trump hevur upplýst, at eingin á amerikonsku síðuni hevur latið lív.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald