Innanlands

Vera og Marjun tær fyrstu við læknaskrivara útbúgving á Klaksvíkar Sjúkrahúsi

Tað er samstundis seinastu ferð, at læknaskrivara-næmingar vera á sjúkrahúsinum, tí útbúgvingin verður nú broytt

Vera Solmunde, Annika Karlsdóttir Ljósstein, og Marjun Sólheim Lisberg. Vera fer víðari nú - Marjun heldur fram í starvi á Klaksvíkar Sjúkrahúsi (Mynd: Klaksvíkar Sjúkrahús)

Vera Solmunde, Annika Karlsdóttir Ljósstein, og Marjun Sólheim Lisberg. Vera fer víðari nú - Marjun heldur fram í starvi á Klaksvíkar Sjúkrahúsi (Mynd: Klaksvíkar Sjúkrahús)

2024-05-28 15:58 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Vera Solmunde og Marjun Sólheim Lisberg eru nú útbúnar læknaskrivarar. Hetta er fyrstu ferð, at vit hava havt læknaskrivara-næmingar á Klaksvíkar Sjúkrahúsi.

Soleiðis skrivar Klaksvíkar Sjúkrahús á Facebook-síðu sínari í dag. Fríggjadagin var ein hátíðarløta, í samband við, at kvinnurnar úr ávíkavist Klaksvík og Leirvík høvdu lokið útbúgvingina eftir nøkur ár.

- At fáa Veru og Marjun í okkara hóp, var læruríkt fyri okkum allar, vit hava lært líka nógv av teimum, sum tær av okkum.Tær passaðu væl inn, og sjálvt um tær eru so ymiskar, so eru tær tó líka. Eg vil siga at tær nokk hava funnið eina vinkonu fyri lívið í hvørjari aðrari.

Soleiðis sigur  Annika Karlsdóttir Ljósstein, leiðandi læknaskrivari á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. 

Marjun Lisberg heldur fram í starvi í Klaksvík - Vera Solmunde ferð víðari út í víðu ferð, skrivar síðan. 

Tað var søgugligt fyri Klaksvíkar Sjúkrahús, at hava hesar sum næmingar. Tað er eisini søguligt "hinvegin": Hetta er samstundis eisini seinastu ferð, tí útbúgvingin er nú broytt. Sostatt eru tær eisini Marjun og Vera nakrar av teimum síðstu, ið kunnu kalla seg læknaskrivarar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder