
Enn eru kanningarúrslitini fyri í gjár ikki kunngjørd, men landslæknin væntar ikki, at vit fara at síggja eitt líka stórt tal sum fyrradagin, tá 38 tilburðir vóru staðfestir.
4541 koronakanningar vóru gjørdar í gjár, og umleið helvtin av kanningunum eru greinaðar, og úrslitið higartil er, at fimm fólk eru staðfest positiv við koronasmittuni, uppýsti Lars Fodgaard Møller, landslækni fyri útvarpstíðindunum klokkan 18.
- Vit hava bara fingið helvtina inn, og enn eru bara fimm positiv, so vit hava góðar vónir um, at vit ikki koma upp um talið av tilburðum fyrradagin.
- Eg vænti ikki vit koma upp á 15, sum var talið, vit høvdu í gjár. Teir fimm persónarnir, sum eg havi tosað við í dag, hava øll samband við aðrar tilburðir, og vóru longu í sóttarhaldi. So vit vóna, at vit longu hava tey í sóttarhaldið, sum hava møguleika at blíva positiv næstu tíðina, segði landslæknin við útvarpið.
Úrslitini fyri kanningarnar í gjár eru ikki við á myndini omanfyri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald