Innanlands

Verða ikki lidnir fyri jól

Arbeiðið at gera tunlarnar norður um Fjall er seinkað orsakað av verkfallinum

(Savnsmynd: Articon)

(Savnsmynd: Articon)

2024-07-08 13:38 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Íbúgvarnir eystan Múla fáa ikki nýggjar tunlar í jólagávu kortini. Verkfallið hjá arbeiðarafeløgunum er orsøkin, sigur Sigurd Ó. Vang, deildarleiðari á verkætlanardeildini hjá Landsverki.

Tað sigur hann við útvarpið.

- Sambært abreiðstøkusáttmálanum skul uteir vera avhendaðir í endanum av árinum, men tað spælir inn við verkfallinum sum var, og tað gevur rætt til tíðarleinging.

- So tað ganga nakrar vikur inn í nýggja árið, áðrenn teir vera lidnir, sigur Sigurd Ó. Vang.

Fyrsta skotið fyri tunlunum norður um Fjall var latið av 30. september í 2021, og eftir ætlan skuldu tunlarnir vera lidnir í desember í ár.

Tunlarnir vera mettir at kosta 522 milliónir, og tann metingin sær út til at halda, sigur Landsverk.

Ætlanin er, at báðir tunlarnir vera tiknir í nýtslu samstundis - einaferð fyrst í 2025.

Tað er Articon, sum stendur fyri arbeiðinum at byggja teir báðar nýggju tunlarnar, Árnafjarðartunnilin og Hvannasundstunnilin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder