Innanlands

Verður áhaldandi arbeitt við at seta átøk í verk

Í heyst ætlar landsstýriskvinnan sær at taka samanum tilmælini úr Krabbameinsætlanini frá 2022 og meta um, hvørji tilmæli enn mangla at verða sett í verk

Súsanna Bertholdsen, landsstýriskvinna í heilsumálum (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Súsanna Bertholdsen, landsstýriskvinna í heilsumálum (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-07-07 10:19 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í apríl 2022 varð ein krabbameinsætlan við 69 tilmælum kunngjørd, og tað verður áhaldandi arbeitt við at seta átøk í verk, sigur landsstýriskvinnan í heilsumálum, Súsanna Bertholdsen í svari til fyrispurning hjá Kristionnu Winther Poulsen úr Javnaðarflokkinum.

Eitt av tilmælunum í Krabbameinsætlanini er at seta eitt tvørfakligt krabbameinsráð at ráðgeva landsstýrisfólkinum, m.a. um, hvussu tilmælini skulu raðfestast. Krabbameinsráðið varð sett á heysti í 2022 og í 2023 lat ráðið tásitandi landsstýriskvinnuni síni fyrstu tilmæli, sum í høvuðsheitum snúgva seg um:

  • Seta serlækna við palliatión í Sjúkrahúsverkinum.
  • Seta í verk nýggja ávísingar-og útgreiningarskipan (við útgreiningareind), har ávíst verður til ein felags “postkassa”.
  • Skipa eina screeningseind og seta í verk eina landsfevnandi screening fyri tarmkrabba í Føroyum.
  • Orða eina nýggja fólkaheilsuætlan, sum leggur dent á sjúkufyribyrgjandi og heilsufremjandi tiltøk sum heild. Samstundis verður mælt til, at tað skal raðfestast at fáa sett nøktandi tiltøk í verk fyri at tálma royking, serliga millum ung.

Landsstýrisvkvinnan sigur, at fleiri átøk longu eru sett í verk.

M.a. eru palliatiónslæknar settir, ein nýggjur CT-skannari og 3T MR-skannari eru tikin í nýtslu, og arbeitt verður eisini við at orða eina nýggja tubbaks- og nikotinlóg. Eitt av málunum við hesari lógini er, at árgangirnir hjá teimum, sum eru fødd í 2025 og seinni verða roykfríir og ikki nýta aðrar tubbaks- ella nikotinvørur.

Landsstýriskvinnan sigur, at hon í heyst ætlar sær at taka samanum tilmælini og í hesum sambandi meta um, hvørji tilmæli enn mangla at verða sett í verk, og hvussu tey eiga at verða raðfest.

Av tilmælum, sum sambært landsstýriskvinnuni eiga at fáa høga raðfesting, og sum arbeitt verður við í løtuni, er m.a. skjót útgreining og at minka um bíðilistan til endoskopi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder