2023-06-15 07:31
266 hval løgdu beinini í grindini í Vestmanna í gjár. Fáar tímar seinni var enn ein stór grind funnin á sama stað, út fyri Slættanestanga. Hendan grindin var 180 hval og varð hildin til á Leynasandi.
Seðlarnir frá grindini í Vestmanna eru júst útkomnir. Grindin var 1.600 skinn, sum verður býtt í drápspartar á 1,5 skinn umframt heimapartar.
Heimapartar eru til plássini, sum hoyra til hvalvágna, upplýsir Kringvarpið. Talan er um Norðstreymoyar og Vága sýslur umframt Koltur, Hest og bygdirnar á vestursíðuni av Suðurstreymi.
Í dag verður farið undir merkja grindina, sum doyði á Leynasandi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald