Dubbingin hjá donsku verjuni í og kring Grønland heldur fram. Eitt av av máttmiklastu skipunum hjá donsku sjóverjuni er nú farið til Grønlands at vera við í hernaðarvenjingini Arctic Endurance, sum byrjaði í farnu viku.
Dambært Danmarks Radio, er talan um loftverjufregattina Peter Willemos, sum mánadagin setti kós móti Norðuratlantshavi.
![]()
Peter Willemoes hevur fyrr luttikið í venjing í Grønlandi (Mynd: Søværnet)
Fregattin er útgjørd við serliga sterkari radaraskipan, ið kann halda eyga við stórum økjum bæði á sjógvi og í luftini.
Danmarks Radio skrivar, at Arktisk Kommando, sum stendur fyri Arctic Endurance hernaðarvenjingini, hevur sent boð eftir teimum ísstyrktu skipunum hjá sjóverjini, um at nærkast Grønlandi, so at tey kunnu vera til hjálpar, um krígsskipini ikki megna at sigla á leiðum, har tað kann vera nógvur ísur hesa ársins tíð.
Fyrr í hesi vikuni kom eisini franska fregattin, Bretagne, til Grønlands fyri at vera við í Arctic Endurance-hervenjingini.
![]()
Franska fregattin, Bretagne, hevur fyrr vitjað í Havn (Savnsmynd: Sverri Egholm)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald