Innanlands

Verjumálaráðharrin kemur heldur ikki hesaferð

Trine Bramsen er tarnað orsakað av spentu støðuni í Afganistan, ið hevur givið henni fleiri stórar uppgávur - ætlaði túrurin til Føroyar sunnudagin er harvið útsettur

Óvist er, nær Trine Bramsen kemur til landið (Mynd: EPA)

Óvist er, nær Trine Bramsen kemur til landið (Mynd: EPA)

2021-08-25 12:10 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Miðskeiðis í juni kom hon til Føroyar, men tað eydnaðist ikki flogfarinum at seta seg. Vitjanin hjá danska verjumálaráðharranum varð harvið útsett til síðst í august, men nú er greitt, at Trine Bramsen heldur ikki heusferð fer at lenda í Føroyum.

Eftir at Taliban hevur tikið ræðið í Afganistan eru fleiri uppgávur komnar á borðið hjá Trine Bramsen, og støðan ger, at hon fær ikki komið.

Hetta skrivar Kringvarpið fyrrapartin.

Verjumálaráðið hevur upplýst, at talan er um eina útsetan, og at nýggja dagfestingin ikki er endalig greið enn. 

Trine Bramsen skuldi koma til landið sunnudagin 29. august - serliga fyri at hitta
Jenis av Rana, landsstýrismann, og tosa um verju- og trygdarmál og møguligan lofteftirlitsradara í Føroyum


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder